Innbjóðing til móttøku í nýggja bú- og umlættingardeplinum við Sílá á Tvøroyri
Mánadagur 05-02-2024
Nýggi bú- og umlættingardepilin við Sílá á Tvøroyri er liðugur, og í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku við Sílá 28
mikudagin, tann 07.02.2024 kl. 15.00.
Bú- og umlættingardepilin við Sílá er ætlað fólkum við ymiskum avbjóðingum, sum eru í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja bú- og umlættingar-depilin. Í arbeiðinum við Sílá verður dentur lagdur á at skapa tryggleika og góðar, innihaldsríkar dagar fyri bæði tey fastbúgvandi, og tey, sum koma til umlætting.
Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.
Verið hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindi
- Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2024 - umsóknarfreistMánadagur 06-05-2024Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2024 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Alman
- Almannaverkið brúkar "Mínboks"Mikudagur 28-02-2024Hevur tú fingið tær Vangan og "Mínboks", kanst tú rokna við, at brøv frá Almannaverkinum verður send til "Mínboks". Tað hevur tí stóran týdn
- OrkuískoytiHósdagur 15-02-2024Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund