Orðabók

Orðabók

Almannahending

Tilburður, sum hevur avgerandi árin á familjuligu ella samfelagsligu støðuna hjá borgaranum og er sálarliga tyngjandi, t.d. hjúnaskilnaður, andlát í familjuni, arbeiðsloysi ella heimloysi.

Almannapensjón

Felagsheiti fyri fólkapensjón og fyritíðarpensjón

Arbeiðsbúgving

(fyrr endurbúgving)tilboð til fólk, sum av heilsuligum ella sosialum ávum hava ilt við at fáa ella halda upp á eitt arbeiði. Endamálið við arbeiðsbúgving er at menna arbeiðsførið aftur við útbúgving, læru og øðrum arbeiðsfremjandi tiltøkum.

Arbeiðsføri

hvussu væl ein klárar at vera á arbeiðsmarknaðinum og røkja eitt starv eftir vanligum treytum, - tað sama sum arbeiðsførleiki.

Arbeiðsførleiki

sí arbeiðsføri

Fyriskipan

eitt tiltak, sum Almannaverkið hevur sett í verk til frama fyri borgaran

Netverksfundur

Fundur millum stovnar, fakfólk, borgara og møgulig avvarðandi um fyriskipan og átøk, sum hava til endamáls at fremja støðu borgarans.

TGT

Stytting fyri Tann góða tilgongdin. Les meira her.