Fyrisitingin
Tað eru 8 deildir í Fyrisitingini og har starvast 108 fólk.
Súsanna Nordendal er fyrisitingarstjóri.
Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan ráðgevur í fakligum og løgfrøðiligum spurningum. Ein týðandi liður í arbeiðinum er at gera vegleiðingar til lógir og tænastur og samskipa hoyringarsvar til lógaruppskot.
Visitering
Visitering viðger umsóknir um tænastur, sum Trivnaðardepilin í Almannaverkinum veitir.
Talan er um umsóknir til stuðul, virknistilboð, umlætting, vardar bústaðir og annað. Arbeitt verður við at menna nýtt háttalag, so borgarar verða lýstir nøktandi, og ábyrgdabýtið á økinum gerst greitt.
Somuleiðis viðger deildin tvingsilsmál og umsóknir um serligan bústaðartørv. Deildin skal tryggja, at málsviðgerðin er í samsvari við galdandi lóggávu og livir upp til sosialfakligar og fyrisitingarligar meginreglur. Deildin er mannað við fýra sosialráðgevum, einum fulltrúa og einum deildarleiðara.

Súsanna Nordendal er leiðari á Stjórnarskrivstovuni og visitering
Endamálið við Fíggjardeildini er at tryggja eina effektiva fíggjarstýring. Fíggjardeildin hevur um hendi samskipan av fíggjarlógararbeiðinum, gerð av fíggjarætlanum og regluligum fíggjarfrágreiðingum, játtanareftirlit og framleiðslu av hagtølum. Eisini verður arbeitt við vegleiðingum, mannagongdum og reglugerðum á fíggjarliga økinum. Bókhaldið fevnir um uppgávur innan debitor- og kreditorbókhaldið umframt UAP-toymið, ið hevur til uppgávu at umsita pensjónina hjá fólki, sum búgva á stovni.

Mary í Garði er leiðari á Fíggjardeildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347012
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
HR-deildin stuðlar og ráðgevur leiðsluni. Har afturat hevur deildin eina røð av HR uppgávum, ið yvirskipað hava til endamáls, at Almannaverkið alla tíðina mennur og fastheldur røttu starvsfólkini.


Inna Sigvardsen leiðari á HR-deildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347080
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Endamálið við KT-deildini er at veita starvsfólkinum framkomið og vælvirkandi KT. Deildin hevur ábyrgd av at menna KT-skipanir og veita sokallaða first-level-support.

Jógvan Højgaard er leiðari á KT og support. Hann hevur beinleiðis telefon 347093
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Deildin hevur ábyrgd av KT-skipanum í Almannaverkinum.
Deildin hevur eisini ábyrgd av menningini av KT-skipanum í Almannaverkinum.
Málsviðgerða- og útgjaldsskipanin er ein av teimum størstu í Føroyum og tí verður nógva orku nýtt uppá tað skipanina. Talgilding mótvegis borgaranum er eisini sett í miðdepilin.
16.000 veitingar og tænastur, 15.000 avgreiddar umsóknir og umleið 1.3 mia. krónur í sosialum veitingum fara árliga gjøgnum okkara KT-skipanir.

Jacob Horn Nielsen er deildarleiðari á Talgildari menning.
Hann hevur beinleiðis telefon 360030
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Endamálið við Rakstur og innkeyp er m.a. at miðsavna uppgávur, sum áður í størri mun hava ligið hjá stovnum og stovnsleiðarum, so at hesi betur kunnu leggja dent á ta tænastu, sum tey veita Føroya fólki.
Niðanfyri eru tey øki, sum deildin hevur ábyrgd av:
- Deildin hevur ábyrgd av reingerð og kantinu í høvuðssætinum í Tórshavn, og samskipan av reingerð um alt landið.
- Deildin hevur ein samskipandi leiklut í mun til bygningar. Hesin leiklutur fevnir m.a. um: nýbygging, leigusáttmálar, umvælingar og samstarv við útleigarar, Landsverk og Bústaðir.
- Deildin hevur ábyrgd av størri innkeypi, rammuavtalum og rakstri av innanhýsis goymslu til stovnar í Almannaverkinum.
Deildin veitir dygdargóðar loysnir, sum eru skynsamar í rakstri.
Deildin Rakstur og innkeyp er ein nýggj deild í Almannaverkinum, sum er undir uppbygging.

Janus H. í Funningsstovu er deildarleiðari á Rakstur og innkeyp. Hann hevur beinleiðis telefon 347008
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Hjálpartól
Á deildini verður dentur lagdur á at stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt.
Á deildini verða avgreiddar umsóknir um hjálpartól, avlamisbilar og bústaðarbroytingar.

Sigrun Mikkelsen er deildarleiðari á deidlini fyri Hjálpartól
Hon hevur beinleiðis telefon 358316
Á deildini fyri Útgjald verða flest allar veitingar útgoldnar. Harumframt viðger og avgreiðir deildin umsóknir um sjúkradagpenging, fólkapensjón, hjálparráð, familjuískoyti, serligt barnaískoyti, forskotsrinda barnagjald, ættleiðingarstuðul og norðurlendska arbeiðsmegi. Viðskiftajournalin, móttøka og telefonmóttøka er eisini skipað undir deildini. Útgjald er sambindingarliður fyri føroyingar, sum fara til onnur norðurlond at arbeiða.

Palli Mortensen er deildarleiðari á Útgjald.
Hann hevur beinleiðis telefon 347095
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Deildin fyri teknmáls- og skrivitulking veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram.

Svanna í Gong er deildarleiðari á Tulking.
Hon hevur beinleiðis telefon 262489
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}