Fyrisitingin

Tað eru 5 deildir í Fyrisitingini og har starvast 38 fólk.

Høgni Olsen er fíggjarstjóri.

Hann hevur beinleiðis telefon 347050

Fakdeildin

Fakdeildin ráðgevur í fakligum og løgfrøðiligum spurningum. Ein týðandi liður í arbeiðinum er at gera vegleiðingar til lógir og tænastur og samskipa hoyringarsvar til lógaruppskot.

Eyðvør Mortensen er leiðari á fakdeildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347004

{{department.title}}

Einki úrslit
Dátuvernd

Dátuverndarfólkið er ráðgevi hjá stovninum í málum um dátuvernd, er kontaktpersónur hjá Dátueftirlitinum og hjá kundum viðvíkjandi viðgerð av teirra persónsupplýsingum.

Annað um dátuvernd trýst her

{{department.title}}

Einki úrslit
Fíggjardeildin

Endamálið við Fíggjardeildini er at tryggja eina effektiva fíggjarstýring. Fíggjardeildin hevur um hendi samskipan av fíggjarlógararbeiðinum, gerð av fíggjarætlanum og regluligum fíggjarfrágreiðingum, játtanareftirlit og framleiðslu av hagtølum. Eisini verður arbeitt við vegleiðingum, mannagongdum og reglugerðum á fíggjarliga økinum. Bókhaldið fevnir um uppgávur innan debitor- og kreditorbókhaldið umframt UAP-toymið, ið hevur til uppgávu at umsita pensjónina hjá fólki, sum búgva á stovni.

Mary í Garði er leiðari á Fíggjardeildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347012

{{department.title}}

Einki úrslit
HR-deildin

HR-deildin stuðlar og ráðgevur leiðsluni. Har afturat hevur deildin eina røð av HR uppgávum, ið yvirskipað hava til endamáls, at Almannaverkið alla tíðina mennur og fastheldur røttu starvsfólkini.

Inna Sigvardsen leiðari á HR-deildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347080

{{department.title}}

Einki úrslit
KT og support

Endamálið við KT-deildini er at veita starvsfólkinum framkomið og vælvirkandi KT. Deildin hevur ábyrgd av at menna KT-skipanir og veita sokallaða first-level-support.

Jógvan Højgaard er leiðari á KT og support. Hann hevur beinleiðis telefon 347093

{{department.title}}

Einki úrslit