
Viðskiftadepilin
Viðskiftadepilin hevur 10 deildir við 115 starvsfólkum.
Hallur Thomsen er depilsstjóri á Viðskiftadeplinum.
Hann hevur beinleiðis telefon 347040
Hesi starvsfólk arbeiða tvørgangandi í Viðskiftadeplinum. Teirra uppgávur eru m.a. at fyrireika málsviðgerðina, avgreiða avgerðarfundir og hava fakligt eftirlit. Eisini er ein sálarfrøðingur knýttur at deplinum.
Maria Nattestad Garðsá er deildarleiðari á Avgerðarskrivstovuni.
Hon hevur beinleiðis telefon 347031
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Á deildini fyri Arbeiðsbúgving verður dentur lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Í Arbeiðsbúgving verða avgreiddar umsóknir um arbeiðsbúgving, tillagað starv, fyritíðarpensjón og upptøka á vardan bústað og persónligan stuðul.
Elin Ludvig er deildarleiðari á Arbeiðsbúgving.
Hon hevur beinleiðis telefon 347030
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Við støði í tvørfakligari hugsan, ráðgevur Borgaratænastan borgarum um allar peningaligar veitingar og tænastur innan Almannaverkið, soleiðis, at borgarar kunnu fáa kunning um teirra møguleikar, rættindi og skyldur á einum staði. Borgaratænastan avgreiðir umsóknir um stuðul vegna arbeiðsloysi og sjúku, stakútreiðslur umframt aðrar veitingar. Hon veitir ráðgeving til pensjónistar og einkjur/einkjumenn, umframt at Borgaratænastan vísir borgarar víðari inn í Almannaverkið.
Morid Jacobsen er deildarleiðari á Borgaratænastuni.
Hon hevur beinleiðis telefon 347320
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Á deildini fyri Børn og ung verður dentur lagdur á at stuðla foreldrum, ið hava børn, ið bera brek, so familjan fær møguleika fyri eina so vanliga tilveru sum møguligt, hóast brekið/sjúkuna hjá barninum. Í Børn og ung verða avgreiddar umsóknir um endurgjald fyri neyðugar meirútreiðslur vegna brekið hjá barninum, endurgjald fyri mista inntøku, til tann, sum uppiheldur barni við breki heima, og umsóknir um persónligan stuðul og pláss á vardum bústaði. Ráðgevararnir á Børn og ung hava samskipandi leiklutin fyri átakinum "Tann góða tilgongdin”.
Bjørg Hjelm er deildarleiðari á Børn og ung.
Hon hevur beinleiðis telefon 347016
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við ASÓ (Autismu Spektrum Órógv) og/ella ADHD (Attention Deficit Hyperactivity Disorder) í aldrinum 0-18 ár.
Endamálið við ráðgevingini er at viðvirka til, at gerandisdagurin hjá familjuni verður lættari, so at familjan kann liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og barnið fær neyðugan stuðul í familjuni.
Meira kann lesast her
Rúna Tausen er deildarleiðari. Hon hevur beinleiðis telefon
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Á deildini fyri Hjálpartól verður dentur lagdur á at stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Á deildini fyri Hjálpartól verða avgreiddar umsóknir um hjálpartól, avlamisbilar og bústaðarbroytingar.
Sigrun Mikkelsen er deildarleiðari á deidlini fyri Hjálpartól
Hon hevur beinleiðis telefon 358316
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Deildin hevur ábyrgd av KT-skipanum í Almannaverkinum.
Deildin hevur eisini ábyrgd av menningini av KT-skipanum í Almannaverkinum.
Málsviðgerða- og útgjaldsskipanin er ein av teimum størstu í Føroyum og tí verður nógva orku nýtt uppá tað skipanina. Talgilding mótvegis borgaranum er eisini sett í miðdepilin.
16.000 veitingar og tænastur, 15.000 avgreiddar umsóknir og umleið 1.3 mia. krónur í sosialum veitingum fara árliga gjøgnum okkara KT-skipanir.
Jacob Horn Nielsen er deildarleiðari á Talgildari menning.
Hann hevur beinleiðis telefon 360030
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Deildin fyri teknmáls- og skrivitulking veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram.
Svanna í Gong er deildarleiðari á Tulking.
Hon hevur beinleiðis telefon 262489
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Á deildini fyri Venjing verður dentur lagdur á at menna og stuðla borgarum til eitt størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Somuleiðis verður veitt endurvenjing til borgarar, so teir aftur kunnu fáa eitt virkið arbeiðs- og heimalív.
Guðrið Jensen er deildarleiðari á deildini fyri Venjing.
Hon hevur beinleiðis telefon 387307
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}
Á deildini fyri Útgjald verða flest allar veitingar útgoldnar. Harumframt viðger og avgreiðir deildin umsóknir um sjúkradagpenging, fólkapensjón, hjálparráð, familjuískoyti, serligt barnaískoyti, barnagjald 1 og 2, stuðul til uppihaldspening, ættleiðingarstuðul og norðurlendska arbeiðsmegi. Viðskiftajournalin, móttøka og telefonmóttøka er eisini skipað undir deildini. Útgjald er sambindingarliður fyri føroyingar, sum fara til onnur norðurlond at arbeiða.
Palli Mortensen er deildarleiðari á Útgjald.
Hann hevur beinleiðis telefon 347095
{{department.title}}
- {{contact.name}} {{contact.title}} {{contact.email}}