Forsíða - Barn við breki ella varandi sjúku

Almannaverkið hevur ávísar møguleikar at stuðla teimum, ið bera brek ella eru varandi sjúk.

Á hesum síðum kanst tú lesa um  ymisku møguleikarnar – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum.

Hjálparráð – fíggjarligur stuðul til ymisk hjálparráð, um tú ert avlamin, hevur varandi sjúku og/ella aldurstreytaðar veikleikar.

Hjálpartól – tól til láns fyri at bøta munandi um gerandisdagin

Avlamisbilur – fíggjarligur stuðul til avlamisbil

Bústaðarbroytingar – hjálp til at gera broytingar í heiminum, so tað framhaldandi kann vera tilhald hjá tær

Meirútreiðslur – fíggjarlig hjálp til tær meirútreiðslur, sum standast av, at barnið hevur brek ella varandi sjúku

Inntøkumissur – fíggjarlig hjálp til tann inntøkumiss, sum stendst av, at barnið ber brek ella hevur varandi sjúku

Persónligur stuðul – hjálp til at klára sín gerandisdag

Vardir bústaðir –bústaður til fólk, sum ikki klára at búgva einsamøll

Frítíðartilboð - fyriskipanir til børn eftir skúlatíð og um kvøldið

Umlætting – styttri tíðarskeið á vardum bústað

Íbúð frá Bústøðum – Almannaverkið tillutar 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum til fólk við serligum bústaðartørvi