Forsíða - Hjálp til vaksin vegna brek

Øll hava vit eitt ynski um eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber, og í Almannaverkinum hava vit fleiri møguleikar at hjálpa teimum, ið ikki klára hesa uppgávu sjálv.

Á hesum síðum kanst tú lesa um ymisku møguleikarnar, vit hava til at hjálpa tær at gerast so sjálvbjargin sum til ber – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum.

Almannaverkið hevur ávísar møguleikar at stuðla teimum, ið hava brek ella eru varandi sjúk.

Á hesum síðum kanst tú lesa um ymisku møguleikarnar – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum.

Hjálparráð – fíggjarligur stuðul til ymisk hjálparráð, um tú ert avlamin, hevur varandi sjúku og/ella aldurstreytaðar veikleikar.

Hjálpartól – tól til láns fyri at bøta munandi um gerandisdagin

Stuðul til bil – fíggjarligur stuðul til bil

Bústaðarbroytingar – hjálp til at gera broytingar í heiminum, so tað framhaldandi kann vera tilhald hjá tær

Stuðul til sjúkuútreiðslur – fíggjarlig hjálp til útreiðslur av sjúku

Endurvenjing – venja førleikar gjøgnum miðvísa venjing

Persónligur stuðul – hjálp til at klára sín gerandisdag

Vardir bústaðir – er bústaður til fólk, sum ikki klára at búgva einsamøll

Dagvirksemi – virksemi um dagin, so sum vardur verkstaður og dagtilhald

Umlætting – styttri tíðarskeið á vardum bústað

Íbúð frá Bústøðum – Almannaverkið tillutar 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum til fólk við serligum bústaðartørvi