Forsíða - Skert arbeiðsføri

Nógv góð dømi eru um fólk, sum hava  fótað sær á arbeiðsmarknaðinum, sjálvt um tey hava havt forðingar og avbjóðingar við arbeiðsførinum.

Vit á Almannaverkinum vilja fegin hjálpa tær at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur. Á hesum síðum kanst tú lesa um ymisku møguleikarnar, vit hava til at hjálpa tær út á arbeiðsmarknaðin – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum. 

Virknisvenjing – ein fyriskipan, sum er ætlað til at hjálpa arbeiðsleysum at koma í starvsvenjing á arbeiðsplássi

Arbeiðsbúgving – eitt tilboð til fólk, sum ikki kunnu fáa ella hava mist sítt arbeiði, tí arbeiðsførið er skert av heilsuligum ella sosialum orsøkum.  Dømi um arbeiðsbúgving er útbúgving, yrkisútbúgving, arbeiðsvenjing, arbeiðsroynd og skeið.

Tillagað starv – tillagað starv er starv við serligum sømdum, ætlað fólki, sum hava niðursett arbeiðsføri. Arbeiðsgevarar og Almannaverkið rinda hvør sín part av tínari løn.

Fyritíðarpensjón – um tað ikki er gjørligt at fáa eitt arbeiðstilknýti, kann mann søkja fyritíðarpensjón

Starv til fyritíðarpensjónistar – Fólk, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, kunnu fáa eitt arbeiðstilknýti við “avtalaðari løn” fyri einfaldar uppgávur nakrar tímar um vikuna.

Vardur verkstaður – okkara vardu verkstøð eru ætlað fólki, sum ikki hava eitt arbeiðstilknýti, men sum fegin vilja hava eitt gevandi og innihaldsríkt arbeiði.