0K5A8867.jpg

Bú- og viðgerðarstovnurin Børkugøta 2

Málbólkur: Ung við menningartarni

Pláss: 8

Slag av tilboði: Bú- og viðgerðarstovnur

 

Bú- og viðgerðarstovnurin er ætlaður átta ungum fólkum, sum hava góðar møguleikar at mennast og gerast sjálvbjargin.

Børkugøta 2 er ein fyribils búfyriskipan, har arbeitt verður fram ímóti, at fólkini eftir 2-3 ár kunnu liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber. Fólkini hava hvør sítt kamar og atgongd til felags køk, stovu og baðirúm, eins og tey hava ábyrgd av at gera mat, gera reint, vaska klæðir og keypa inn.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis ella í skúla.

Fólkini hava javnan fundir, har ymisk evni verða viðgjørd, sum t.d. felags leiðreglur í húsinum, matarætlan og onnur viðurskifti. Tey taka eisini sjálv stig til ymisk tiltøk so sum biograftúrar, venjing og svimjing.

Bú- og viðgerðarstovnurin Børkugøta 2
Børkugøta 2
100 Tórshavn
Tlf: 297378 ella 297379
Teldupostur: borkugotu2@av.fo