
Bú- og viðgerðarstovnurin í Kvíggjartúni
Málbólkur: Børn og ung við autismu
Pláss: 6
Slag av tænastu: Bú- og viðgerðarstovnur
Búeindin í Kvíggjartúni er eitt fyribils heim hjá børnum og ungum, har tey kenna seg trygg í heimligum umhvørvi. Heimið gevur teimum ein álítandi, skipaðan og mennandi gerandisdag við týðuligum rammum.
Í Kvíggjartúni verður ein ætlan gjørd fyri hvønn dag til hvønn einstakan, og dagurin verður skipaður eftir førleikunum hjá tí einstaka.
Gjøgnum tryggleika og álit skapa vit grundarlag og karmar, fyri at hvør einstakur hevur møguleika at mennast. Í Kvíggjartúni er góður møguleiki at luttaka í felagsskapi, men karmarnir eru eisini til at finna sær tíð til ró.
Í búeindini eru seks íbúðir. Íbúðirnar hava stovu, kamar og baðirúm. Í búeindini er felags stova, køkur og vaskirúm.
Í Kvíggjartúni er sansarúm, rørslurúm, verkstaður og vátrúm, sum er felags fyri bú-, umlættingar- og frítíðareindina. Eisini er eitt stórt útiøki rundanum stovnin.
Gerandisdagar eru børnini/tey ungu í skúla.