Jústabrekka_1000x470.png

Bú- og viðgerðarstovnurin Jústabrekka

Málbólkur: Fólk við menningartarni og øðrum samansettum trupulleikum

Pláss: 5 pláss

Slag av tænastu: Sosialnámsfrøðiligt bú- og viðgerðartilboð

Bú- og viðgerðarstovnurin er samdøgursstovnur fyri fólk við menningartarni og øðrum samansettum trupulleikum og hevur heimstað á Jústabrekku 1 í Klaksvik.

Stovnurin hevur fimm búpláss.

Virksemið er skipað við heimild í § 45 í Lóg um almannatrygd og tænastur.

Endamálið við uppihaldinum er, at búfólkini við sosialnamsfrøðiligari viðgerð stig- og miðvíst menna sínar førleikar til at liva eitt virkið, innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív, møguliga við framhaldandi við hjálp, og at stuðla undir, at tey koma í skúla, arbeiði ella annað mennandi dagvirksemi.

Bú- og viðgerðarstovnurin Jústabrekka
Jústabrekka 1
700 Klaksvík
Tlf: 297708 / 297709
Leiðari
Odda Højgaard
Odda Højgaard
Telefon 297600