
Bú- og viðgerðarstovnurin Millum Gilja
Málbólkur: Børn og ung við autismu
Slag av tænastu: Bú- og viðgerðarstovnur
Á stovninum hava børnini hvør sítt kamar, umframt hava tey atgongd til felags køk, stovu, baðirúm, sansarúm og rørslurúm. Stovnurin veitir viðgerð og umsorgan í tryggum og heimligum umhvørvi. Í viðgerðini verður dentur lagdur á sernámsfrøðiliga og sansamotoriska strimbran.
Arbeitt verður miðvíst við at stimbra og skapa javnvág í mun til kropsligt órógv, og at menna samskifti, sosialar førleikar og sjalvbjargni.
Náttúran ein stórur partur av gerandisdegnum. Skipað verður fyri túrum kring landið, ymiskum ítrivum og aktivitetum.
Bú- og viðgerðarstovnurin Millum Gilja
Millum Gilja 165
188 Hoyvík
Tlf: 297340