BúfelagsBlikagøta_1000x470.png

Búfelagsskapurin Blikagøta

Málbólkur: Vaksin við menningartarni og sálarsjúku (møguliga eisini onnur).

Pláss: 7.

Slag av bústaði: Íbúðir

Tey, sum búgva í búfelagsskapinum hava hvør sína íbúð. Ein íbúð verður nýtt til ymiskt felagsvirksemi og skrivstovu hjá starvsfólkinum.

Arbeiðið í búfelagsskapinum leggur dent á at stuðla og vegleiða fólkini, soleiðis at tey hava eitt so sjálvstøðugt og virkið lív sum gjørligt. Fólkini kunnu sjálvi venda sær til starvsfólkini og biðja um hjálp, tá tørvur er á tí.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í fyritøku, í virknis- ella verkstaðstilboði ella á serliga skipaðum miðnámi.

Í frítíðini kunnu fólkini ganga til ymiskt frítíðarvirksemi og koma saman við øðrum í t.d. kvøldskúla, frítíðarklubba, eins og tey eru virkin í ítrótti.

Búfelagsskapurin Blikagøta
Blikagøta 59
620 Runavík
Tlf: 297660 (felagsíbúðin)
Leiðari
Hugo Leo