
Búfelagsskapurin Heygavegur 56
Málbólkur: Vaksin við menningartarni
Pláss: 8
Slag av bústaði: Íbúðir
Í búfelagsskapinum búgva 8 fólk við hvør síni íbúð. Í búfelagsskapinum er eisini ein íbúð, har starvsfólk skipa fyri einari dagligari felags høvuðsmáltíð.
Arbeiðið í búfelagsskapinum leggur dent á at menna førleikarnar hjá fólkunum, soleiðis at tey kunnu liva eitt so sjálvbjargið og virkið lív, sum til ber. Dentur verður somuleiðis lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í onkrari fyritøku ella í virknis- ella verkstaðstilboði.
Í frítíðini kunnu tey ganga til ymiskt frítíðarvirksemi og koma saman við øðrum í t.d. frítíðarklubba, í kvøldskúla og ymiskum ítrótti. Tey kunnu eisini ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.