
Búfelagsskapurin Mýran
Málbólkur: Menningartarn
Pláss: 5
Slag av tænastu: Búfelagsskapur
Í búfelagsskapinum eru 6 íbúðir. Ein íbúð verður nýtt til ymiskt felagsvirksemi og skrivstovu hjá starvsfólkunum.
Húsfólkini hava, við vegleiðing og stuðli, ábyrgd av húsliga arbeiðinum, at vaska klæðir, keypa inn, gera døgurða og gera reint í íbúðini. Húsfólkini hava eisini møguleika at keypa døgurða frá køkinum í sambýlinum.
Dentur verður lagdur á at menna førleikarnar hjá tí einstaka, soleiðis at tey kunnu liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum.
Gerandisdagar kunnu húsfólkini vera í skúla, til arbeiðis ella á virknis- ella verkstaðstilboði.
Í frítíðini kunnu tey ganga til ymiskt frítíðarvirksemi og koma saman við øðrum í t.d. frítíðarklubba, í kvøldskúla og ymiskum ítrótti.
Starvsfólk eru í búfelagsskapinum hvønn gerandisdag frá kl. 8.00 til 22.00. Í vikuskiftinum er starvsfólk frá kl. 11.00 til 22.00.
Eingin náttarvakt er í búfelagsskapinum, men fólkini hava møguleika at ringja eftir náttarvaktini í sambýlinum á Mýruni.