Dag- og umlættingartilboðið í Suðuroy
Málbólkur: Børn við fjølbreki
Slag av tænastu: Dag- og umlættingartilboð
Høvuðsendamálið er at geva børnunum góðar liviumstøður í einum gerandisdegi, har dentur í stóran mun verður lagdur á trivna í samsvari við førleikar og heilsu. Dentur verður lagdur á at stimbra motorisku menningina hjá børnunum, umframt at veita námsfrøðiligt arbeiði við sansastimbran og gevandi upplivingum. Í tøttum samstarvi við foreldur og avvarðandi verður heilsufakliga og námsfrøðiliga arbeiðið skipað eftir tørvi hjá børnunum.
Somuleiðis verður dentur lagdur á tryggleika, umsorgan og nærveru, og at hava fyrilit fyri menning innan øll øki í mun til aldur og tørv hjá børnunum.
Dagtilboðið er gerandisdagar 9.00-17.00, og umlættingin er annaðhvørt vikuskifti frá fríggjadegi til mánadag.
