Dagtilhaldið á Glyvrum

Málbólkur: Fólk yngri enn 67 ár við demensi

Slag av tænastu: Dagtilhald

Dagtilhaldið á Glyvrum er fyri fólk við demensi yngri enn 67 ár.

Dentur verður lagdur á at skipa ein tryggan og virknan gerandisdag við atliti at førleikum, tørvi og áhuga hjá tí einstaka. Vit geva lívssøguni ans, síggja persónin heldur enn sjúkuna og stuðla honum og avvarðandi at varðveita lívsgóðskuna.

At skipa gerandisdagin við matgerð, húsarhaldsuppgávum, rørslu, túrum, dansi, kórsangi og fara til tiltøk sum framsýningar og sjónleik er partur av viðgerðini at varðveita og styrkja førleikar. Sosiala samveran stimbrar sjálvskenslu og samanhald, og hvønn mánamorgun verður vikuætlan gjørd í felag.

Pláss er fyri 8 fólkum, og tey gjalda eina ferð um mánaðin fyri mat og gjalda sjálvi fyri tiltøk, sum farið verður til.

Opið er gerandisdagar kl. 8.00-16.00.

Dagtilhaldið á Glyvrum
Glyvravegur 48
625 Glyvrar
Tlf: 297720
Leiðari
Súsanna Crooks
Súsanna Crooks
Telefon 297558