Dagtilhaldið Fragdin
Málbólkur: Eldri fólk við menningartarni.
Slag av tænastu: Dagtilboð.
Dagtilhaldið er ætlað eldri borgarum við menningartarni, sum ikki longur megna ein arbeiðsdag á virknis- og verkstaðstilboði. Tilboðið er einans fyri fólk sum búgva á sambýlum og eru soleiðis fyri, at tey fatanarliga, sosialt og likamliga klára at vera á dagtilhaldinum og fáa gagn av gerandisdegnum har.
Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag við møguleika fyri at vera við í ymiskum virksemi umframt sosialari samveru og práti.
Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni sum t.d. ítriv, kropsligar venjingar og túrar út úr húsinum. Jólasøla við lutum, sum eru virkaðir í Ternulág, er á hvørjum ári saman við Verkhúsinum Virkni.
Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 10.00-15.00.
