Fk10nxt5

Dagtilhaldið Heildin

Málbólkur: Fólk yngri enn 67 við seinheilaskaða

Slag av tænastu: Dagtilhald

 

Dagtilhaldið Heildin er ætlað borgarum yngri enn 67 ár við seinheilaskaða. Trý starvsfólk arbeiða í dagtilhaldinum, og aftrat teimum koma stuðlar við summum borgarum og eru til staðar, um hetta er neyðugt.

Dentur verður lagdur á at hava eitt mennandi og trygt umhvørvi við sosialari samveru. Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni sum t.d. ítriv, likamlig venjing, taluvenjing, sangløta og útferðir. Í ávísum førum verða heimavitjanir og serlig námsfrøðilig tilboð veitt. Skipað verður eisini fyri ymiskum felagstiltøkum so sum jólaborði, konsert- og biograftúrum og ferðing bæði í Føroyum og uttanlands.

Døgurði, breyð og kaffi ella te fæst til keyps.

Tilboðið er opið:

mánadag til hósdag kl. 9.00-15.00

fríggjadag kl. 9.00-13.00

Dagtilhaldið Heildin
Djóna í Geil gøta 5
100 Tórshavn
Tlf: 297377
Teldupostur: borgnyj@av.fo og gullborgs@av.fo
Leiðari
Elin Danielsen
Elin Danielsen
Telefon 297400