
Frítíðartilboðið Gerðagøta Klaksvík
Málbólkur: Børn og ung við autismu og menningartarni frá 3. flokki
Slag av tænastu: Frítíðartilboð
Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag í frítíðartilboðnum. Arbeitt verður við at styrkja og stuðla børnini og tey ungu í sosialum leiðreglum, soleiðis at tey kunnu mennast og virka í felagsskapi og gerast meira sjálvbjargin.
Tilboðið er opið gerandisdagar aftan á skúlatíð kl. 11.30-17.00. Starvsfolkini fara eftir børninum í skúlanum, tá tørvur er á tí og síðani heinta foreldrini síni, tá dagurin er liðugur.
Í frítíðartilboðnum er skráin fjølbroytt. Børnini gera ymisk ítriv, t.d. mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum mennir motoriskar og bókligar førleikar.
Eisini verða túrar gjørdir saman við børnunum og teimum ungu, sum koma í frítíðartilboði.