Kvíggjartún 7 Tórshavn

Frítíðartilboðið í Kvíggjartúni

Málbólkur: Børn og ung við autismu

Pláss: 3 – 6

Slag av tænastu: Frítíðartilboð

 

Í frítíðareindini í Kvíggjartúni verður skipað fyri ymsum virksemi og upplivingum til heimabúgvandi børn og ung, sum ikki eru før fyri at vera heima sjálvi aftaná skúlatíð.

Her fáa  tey neyðugan stuðul og umsorgan til ein aktivan og innihaldsríkan gerandisdag aftaná skúlatíð. Vit leggja dent á, at gerandisdagurin er álítandi, skipaður og mennandi. Dagurin verður tillagaður førleikunum hjá tí einstaka.

Frítíðareindin hevur møguleika at brúka sansarúm, rørslurum, verkstað og vátrum, sum er felags fyri bú-, umlættingar- og frítíðareindina í Kvíggjartúni. Eisini er eitt stórt útiøki rundanum stovnin.

Gjøgnum tryggleika og álit  skapa vit grundarlag og karmar fyri, at hvør einstakur hevur møguleika at mennast. Í frítíðartilboðnum er góður møguleiki at luttaka í felagsskapi, men karmarnir eru eisini til at finna sær tíð til ró.

Frítíðartilboðið í Kvíggjartúni
Kvíggjartún 7
160 Argir
Tlf: 297613
Leiðari
Hanna Juul