
Frítíðartoymið á Tinghúsvegnum
Málbólkur: Børn og ung við autismu
Slag av tænastu: Frítíðartilboð
Tilboðið er ætlað børnum og ungum við autismu, sum hava tørv á stuðli til at mennast sosialt, sálarliga og málsliga. Frítíðartoymið tekur við, tá ið kommunala frítíðarskúlatilboðið heldur uppat, og børnini og tey ungu kunnu vera her, til tey gerast 18 ár.
Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag í frítíðartoyminum. Arbeitt verður við at menna børnini í sosialum leiðreglum, soleiðis at tey kunnu búnast og virka í felagsskapi og gerast sjálvbjargnari. Í frítíðartoyminum er ymiskt á skránni, sum t.d. ymiskt ítriv, túrar í náttúruni og vitjan á bókasavni.
Starvsfólk fara eftir børnunum í skúlanum, tá tørvur er á tí, og hini koma sjálvi við bussi ella til gongu. Foreldrini heinta síni, tá ið dagurin er liðugur. Frítíðartoymið er opið skúladagar.
Tilboðið er opið gerandisdagar aftan á skúlatíð 11.00-17.00.