
Frítíðartoymið Høgabóli
Málbólkur: Børn við autismu og børn við menningartarni, sum ganga í 3 til og við 10 flokki.
Slag av tænastu: Frítíðartilboð.
Toymið heldur til á Høgabólsvegi í Saltangará. Tilboðið er ætlað børnum við autismu og menningartarni, sum ganga í 3 til og við 10 flokki og sum hava tørv á stuðli til at mennast sosialt, sálarliga og málsliga.
Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag í toyminum, og verður hetta gjørt sjónligt og ítøkiligt við dagsætlanum. Arbeitt verður við at styrkja og stuðla børnini og tey ungu í sosialum leiðreglum, soleiðis at tey kunnu mennast og virka í felasskapi og gerast meira sjálvbjargin. Eisini verður dentur lagdur á at fremja lívsgleði og menna sjálvsvirði hjá børnunum og teimum ungu.
Í toyminum er ymiskt á skránni, sum t.d. ymiskt ítriv, mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum kann menna motoriskar og bókligar førleikar. Eisini verða túrar gjørdir út av húsinum.
Starvsfólk fara eftir børnunum og teimum ungu í skúlanum, og foreldur ella avvarðandi heinta sjálv børnini og tey ungu.
Tilboðið er opið gerandisdagar aftan á skúlatíð kl. 11.30 og 16.45
Tá skúlin er stongdur er tilboðið opið kl. 8.00-16.45
Í summarferiuni er stongt í 3 vikur.