Grásteinsgøta 2C Og D

Gráalon

Barnaverndartænasturnar innskriva børn og ung á stovnin eftir avgerð frá Føroya Kærustovni.

Arbeiðið á stovninum leggur dent á at veita eitt sosialnámsfrøðiligt viðgerðarumhvørvi, har endamálið er at børn og ung fáa teir menningarmøguleikar teimum tørvar, til tess at skapa sær lívskor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina.

Børnini/tey ungu hava egið kamar, sum tey sjálvi seta dám á. Børnini/tey ungu taka lut í húsliga arbeiðinum eftir aldri og førleika. Dentur verður lagdur á at skapa eitt so vanligt barna- og ungdómslív sum gjørligt.

Skúli, arbeiði og frítíðarítriv eru partar av gerandisdegnum.

Gráalon
Grásteinsgøta 2c
100 Tórshavn
Tlf: 297489
Teldupostur: graalongrasteinsgota2c@av.fo
Leiðari
Poula Patursson
Poula Patursson
Telefon 297489