Heimaráðgeving

Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við ASÓ (Autismu Spektrum Órógv) og/ella ADHD (Attention Deficit Hyperactivity Disorder) í aldrinum 0-18 ár.

Endamálið við ráðgevingini er at viðvirka til, at gerandisdagurin hjá familjuni verður lættari og at familjan kann liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni.

Ráðgevingin tekur støði í, at tað er familjan, sum kennir barnið best. Uppgávan hjá ráðgevunum í Heimaráðgeving er at hjálpa familjuni við at finna loysnir, og at veita familjuni amboð til at handfara ítøkiligar støður, sum kunnu vera avbjóðandi. Ráðgeving verður veitt sum stutt undirvísing um brekið, praktisk vegleiðing og námsfrøðilig ella onnur viðkomandi amboð.

Sum meginregla fer ráðgevingin fram í heiminum hjá barninum, tó kunnu undantøk gerast. Barnið er í fyrstu atløgu ikki við, tá ið ráðgevingin fer fram. Foreldur/avvarðandi verða eisini boðin á deildina at hyggja at ymiskum námsfrøðiligum amboðum, ið serliga leggja dent á tað visuella. Endamálið er, at gera tað ósjónliga sjónligt, t.d. verður arbeitt við fyribrygdinum ‘tíð’ við myndum, kortum og litum, so familjan fær arbeitt við eitt nú dagskipan, vikuskipan, morgunrutinu, sosialum søgum o.ø.

Ráðgevingin í mun til autismu er liður í “tí góðu tilgongdini” - meira kann lesast her

Heimaráðgeving
Smyrilsvegur 10
100 Tórshavn
Tlf: 360000
Teldupostur: av@av.fo