Heimavegleiðing - børn við autismu

Heimavegleiðing er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við ASÓ (autismuspektrumórógv) frá 0 – 18 ár.

Endamálið við heimavegleiðing er at førleikamenna foreldrini og viðvirka til, at gerandisdagurin hjá familjuni gerst lættari. Vegleiðing er skipað sum hjálp til sjálvhjálp og verður veitt sum stutt undirvísing í autismu, praktisk vegleiðing og námsfrøðilig amboð.

Vegleiðingin fer fram í heiminum hjá barninum, - tó kunnu undantøk gerast. Barnið er ikki við á fundunum. Vegleiðarin bjóðar eisini familjuni at hyggja eftir námsfrøðiligum amboðum, ið serliga leggja dent á tað visuella. Endamálið er, at gera tað ósjónliga sjónligt, t.d. verður arbeitt við fyribrigdinum 'tíð' við myndum, kortum og litum, so familjan fær arbeitt við eitt nú dagskipan, vikuskipan, morgunrutinu, sosialum søgum o.ø.

Heimavegleiðingin er liður í "tí góðu tilgongdini" - meira kann lesast her

Heimavegleiðing - børn við autismu
Smyrilsvegur 10
100 Tórshavn
Tlf: 360000
Teldupostur: av@av.fo
Eindarleiðari
Poula Djurhuus
Poula Djurhuus
Telefon 297415
Leiðari
Sára Midjord
Sára Midjord
Telefon 297353