Heyggjarlon.jpg

Heyggjarlon

Málbólkur: Børn og ung, ið eru innskrivaði smb. barnaverndarlógini

Pláss: 4

Slag av tænastu: Bú- og viðgerðartilboð

Heyggjalon heldur til Eystan Heyg 17. Barnaverndartænastunar innskriva børn og ung á stovnin eftir avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.

Arbeitt verður eftir, at veita eitt sosialnámsfrøðiligt viðgerðarumhvørvi, har børn og ung fáa teir menningarmøguleikar teimum tørvar, til tess at skapa sær lívskor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina. Samarbeiði er við skúla,  sernám, barna- og ungdómspsykiatri, barnaverndartænastur o.ø.

Børnini/tey ungu hava sítt egna kamar, sum tey sjálvi seta dám á. Børnini/tey ungu taka lut í húsliga arbeiðinum eftir aldri og førleika. Dentur verður lagdur á at skapa eitt so vanligt barna- og ungdómslív sum gjørligt.

Skúli, arbeiði og frítíðarítriv eru partar av gerandisdegnum. Húsfundir eru hvørja viku, har børnini/tey ungu eru við at taka avgerð um, t.d. matarætlan, leiðreglur,  útferðir og aktivitetir.

Heyggjarlon
Eystan Heyg 17
100 Tórshavn
Tlf: 297543
Teldupostur: heyggjarlon@av.fo
Leiðari
Petrina Nolsøe
Petrina Nolsøe
Telefon 297431