
Jolly-klubb
Málbólkur: Ung við autismu og menningartarni.
Slag av tænastu: Frítíðarklubbi.
Jolly-klubb heldur til á Frúutrøð í Havn, og er tilboð ætlað ungum við autismu og menningartarni.
Endamálið er at geva teimum ungu eitt tilboð, sum líkist tí, ið ung fólk annars hava at fara til í frítíðini. Dentur verður lagdur á at bjóða hesum ungu eitt stað, har ein kann møta sínum javnlíkum við møguleika fyri at knýta vinabond.
Í Jolly-klubb er skráin fjølbroytt við ymiskum spølum, bingo og ymiskum handaligum arbeiði. Eisini verður skipað fyri ymiskum túrum, sum t.d. út at eta, at bovla, á skjótibreytina og skoytibreytina.
Tilboðið er opið 1 kvøld um vikuna.
Jolly-klubb
Frúutrøð 1
100 Tórshavn
Tlf: 297491 ella 297492