Karlamagnusarbreyt 37
Barnaverndartænasturnar innskriva børn og ung á stovnin eftir avgerð frá Føroya Kærustovni.
Arbeiðið á stovninum leggur dent á at veita eitt sosialnámsfrøðiligt viðgerðarumhvørvi, har endamálið er at børn og ung fáa teir menningarmøguleikar teimum tørvar, til tess at skapa sær lívskor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina.
Børnini/tey ungu hava egið kamar, sum tey sjálvi seta dám á. Børnini/tey ungu taka lut í húsliga arbeiðinum eftir aldri og førleika. Dentur verður lagdur á at skapa eitt so vanligt barna- og ungdómslív sum gjørligt.
Skúli, arbeiði og frítíðarítriv eru partar av gerandisdegnum.
Karlamagnusarbreyt 37
Karlamagnusarbreyt 37
188 Hoyvík
Tlf: 297959
Teldupostur: Karlamagnusarbreyt37@av.fo
