
Kelduskákið
Málbólkur: Fólk við autismu og menningartarni
Pláss: 8
Slag av bústaði: Kømur
Í sambýlinum eru kømur við baðirúmi umframt atgongd til felags køk og stovu.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim. Støði verður tikið í tí einstaka, tá ið tað snýr seg um at menna førleikar og fremja sjálvsvirði og sjálvbjargni. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn. Dentur verður eisini lagdur á at hava eitt skipað umhvørvi, sum verður gjørt sjónligt og ítøkiligt við dag- og vikuætlanum.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis ella á virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. ítrótt, í frítíðarklubba, í kvøldskúla og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.