
Klubb Trivni
Málbólkur: Fólk við menningartarni yvir 18 ár
Slag av tænastu: Frítíðarklubbi.
Frítíðarklubbin er tilboð ætlað fólki við menningartarni.
Endamálið er at geva fólki við menningartarni eitt frítíðartilboð. Dentur verður lagdur á at bjóða eitt stað, har ein kann møta sínum javnlíkum við møguleika fyri at knýta vinabond.
Í frítíðarklubbanum er ymiskt á skránni, sum t.d. hugnakvøld, út at eta, bovling, gongutúrar og spælikvøld.
Tilboðið er opið
Mikukvøld kl. 19.00-21.00
Hóskvøld kl. 18.00-21.00
Meira kunning um skrá fæst við at venda sær til klubban.
Klubb Trivni
Tinghúsvegur 93
100 Tórshavn
Tlf: 297485 ella 297487
Teldupostur: rannvah@av.fo