Mikukvøld í Fjálva, 25-40
Mikukvøld í Fjálva er eitt kafékvøld ætlað borgarum 25-40 ár, sum hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar.
Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum, har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.
Fyrsta mikukvøld í hvørjum mánað fara vit út av húsinum, hendan skráin sær soleiðis út:
6. mars: til Leirvíkar at bowla: Vit møta í Fjálva klokkan 19 og koyra síðani til Leirvíkar at bowla.
3. apríl: Á kafé. Vit møtast á einari kafé í býnum ella koyra saman út á bygd. Hvar vit fara, avtala vit vikuna áðrenn, tá vit eru saman á Fjálva
1. mai: Vit møta í ítróttarhøllini Finsen kl 19, har vit gera innandura ítrótt í 1 tíma, kl 20.15 eru vit aftur á Fjálva har drekkamuður er.
5. juni: Um viðrar fara vit ein gongutúr niðan á Kongavarða, vit fylla taskuna við einum lekkrum drekkamunni.
3. juli: Á Kafé. Vit møtast á einari kafé í býnum ella koyra saman út á bygd. Hvar vit fara, avtala vit vikuna áðrenn, tá vit eru saman á Fjálva
Tilmelding er ikki neyðug - tú støkkur bara inn á gólvið. Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.
Vit hava eina SMS skipan har vit hvønn mikudag minna á at vit møtast. Um tú ynskir at koma á -ella at fara av SMS skipanini, sigi so endaliga frá. Og Um spurningar eru, ella tú ynskir, at onkur tekur ímóti tær fyrstu ferð, ert tú vælkomin at ringja til Allan á tlf. 297462 ella Sigrid 297451.
Opið er:
Mikukvøld kl. 19:00–22.00
Adressa:
Fugloyarvegur 9
Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.