
Móttøkudeildin
Málbólkur: Børn og ung, ið eru innskrivaði smb. barnaverndarlógini
Slag av tænastu: Útgreiningar- og viðgerðartilboð
Móttøkudeildin er útgreiningar- og viðgerðartilboð fyri børn og ung. Barnaverndartænasturnar innskriva børn og ung á stovnin eftir avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Búfyriskipanin er ein fyribils búfyriskipan frá 3 – 6 mðr, har arbeitt verður við, hvør besta framtíðarfyriskipanin er fyri barnið/tann unga.
Arbeitt verður eftir at veita eitt sosialnámsfrøðiligt viðgerðarumhvørvi, har børn og ung fáa teir menningarmøguleikar teimum tørvar, til tess at skapa sær lívskor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina. Samarbeiði er við skúla, sernám, barna- og ungdómspsykiatri, barnaverndartænastur o.o.
Børnini/tey ungu eru við í húsliga arbeiðnum eftir aldri og førleika. Dentur verður lagdur á at hava eitt so vanligt barna- og ungdómslív sum gjørligt. Skúli, arbeiði og frítíðaraktivitetir eru partur av gerandisdegnum. Børnini/tey ungu hava egið kamar, sum tey sjálvi seta dám á. Húsfundir eru hvørja viku, har børnini/tey ungu eru við at taka avgerð um t.d. matarætlan, leiðreglur í húsinum, útferðir og aktivitetir.