Myrivegur_Klaksvik.png

Sambýlið á Mýrivegi

Málbólkur: Fólk við autismu og rørslutarni og møguliga onnur

Pláss: 13

Slag av bústaði: Íbúðir og kømur

Í sambýlinum eru 11 íbúðir og 2 kømur, umframt felags køk og stovu.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim. Støði verður tikið í tí einstaka, tá ið tað snýr seg um at menna førleikar og styrkja sjálvsvirði og sjálvbjargni. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn. Dentur verður lagdur á at hava eitt skipað umhvørvi, sum m.a. verður gjørt sjónligt og ítøkiligt við dag- og vikuætlanum.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis á virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi og ferðast viðhvørt ymsastaðni í Føroyum.

Sambýlið á Mýrivegi
Mýrivegur 13
700 Klaksvík
Tlf: 458200
Leiðari
Margee Dam