Sambýlið Bárðarfløtti
Málbólkur: Vaksin við menningartarni
Pláss: 5
Slag av bústaði: Kømur
Í sambýlinum á Bárðarfløtti búgva 5 fólk, ið hava hvør sítt kamar, umframt atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli verður arbeitt við at menna og styrkja førleikar teirra.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. í kvøldskúla og ferðast viðhvørt ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.
Sambýlið Bárðarfløtti
Báraldarbrekka 4
900 Vágur
Tlf: 374074 ella 297814
Teldupostur: sambylida@av.fo
