Blikagøta 1.jpg

Sambýlið Blikagøta

Málbólkur: Vaksin við menningartarni og rørslu- ella fjølbreki (møguliga eisini onnur).

Pláss: 12.

Slag av bústaði: Íbúðir.

 

Á sambýlinum á Blikagøtu búgva 12 fólk við menningartarni og fjølbreki. Øll hava hvør sína íbúð og atgongd til felags køk og stovu.

Á sambýlinum er møguleiki fyri at fáa hjálp alt samdøgrið, til alt dagligt virksemi og persónliga røkt.

Á Blikagøtu verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Støði verður tikið í tí einstaka, har vit leggja dent á trivnað, lívsgóðsku og viðlíkahald ella menning av førleikum.

Arbeitt verður við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har arbeitt verður tilvitað og viðurkennandi, við støði í sterku eginleikunum hjá tí einstaka.

Húsfólkið er eftir førimuni við í tí húsliga arbeiðinum, so sum matgerð, klædnavask, reingerð og øðrum.

Gerandisdagar fara húsfólkini til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði ella í dagtilboðnum í Mýrisóljuni. Eisini er møguligt at fara til arbeiðis í fyritøkum. Tó eru altíð nøkur, sum eru heima um dagin.

Í frítíðini verða tey eggjaði til at vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Eisini er møguleiki fyri at ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi t.d. í kvøldskúla, í frítíðarklubba og til ymiskan ítrótt.

Sambýlið Blikagøta
Blikagøta 75
620 Runavík
Tlf: 297398 ella 297399
Leiðari
Judith Signhild Finnsson
Telefon 297371