
Sambýlið Garðsgøta
Málbólkur: Vaksin við menningartarni (møguliga eisini onnur).
Pláss: 6.
Slag av bústaði: Íbúðir og kømur.
Í sambýlinum er pláss til 6 fólk. Sambýlið hevur 2 íbúðir og 5 kømur. Harumframt er atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn. Búfólkafundir eru av og á, har ymisk evnir verða viðgjørd, og avtalur um tiltøk verða gjørdar.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og støði verður tikið í tí einstaka fólkinum, tá ið tað snýr seg um at menna og viðlíkahalda førleikarnar hjá viðkomandi.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði og á dagtilhaldi, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Møguligt er at ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.