Hóvabrekka_1000x470.png

Sambýlið Hóvabrekka

Málbólkur: Vaksin við menningartarni og autismu (møguliga eisini onnur).

Pláss: 11.

Slag av bústaði: Kømur.

Í sambýlinum er pláss til 11 fólk. Tey hava hvør sítt kamar umframt atgongd til felags køk, stovur, baðirúm, vaskirúm, massasjurúm og venjingarrúm. Fólkini kunnu eftir førimuni luttaka í húsliga arbeiðinum.

Í sambýlinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Við støði í einstaka fólkinum verður arbeitt við at menna førleikar, stuðla og styrkja sjálvsvirði og sjálvbjargni.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Møguligt er at ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi.

Sambýlið Hóvabrekka
Hóvabrekka 3
160 Argir
Tlf: 315424
Teldupostur: hovabrekku@av.fo
Leiðari
Eyð Trondesen
Telefon 297677