Patursgota_torshavn.jpg

Sambýlið í Pætursgøtu

Málbólkur: Vaksin við autismu og møguliga onnur

Pláss: 4

Slag av bústaði: Íbúð

Í sambýlinum hava fólkini hvør sína íbúð, umframt atgongd til felags køk og stovu. 

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim. Við støði í tí einstaka verður arbeitt við at menna førleikar, og harvið eisini fremja sjálvsvirði og sjálvbjargni. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn. Húsfólkafundur er hvørja viku, har fólkini eru við til at avgera túrar, útferðir, matarætlan o.a.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í onkrari fyritøku ella í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini eru tey við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi og ferðast viðhvørt ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Sambýlið í Pætursgøtu
Pætursgøta 3
188 Hoyvík
Tlf: 316422 ella 297417
Leiðari
Poula Djurhuus
Poula Djurhuus
Telefon 297415