![](https://av.cdn.fo/savn/1539/ovarivegur-sørvágur-fyriskipan_1000x470.png?width=1182&height=555&mode=crop&bgcolor=fff&rmode=crop&format=jpg&s=f5UBHvP2ime-uLMmDEGQy3WZlGg)
Sambýlið í Sørvági
Málbólkur: Vaksin við menningartarni, autismu og øðrum samansettum avbjóðingum
Pláss: 5
Slag av bústaði: Kømur
Í sambýlinum búgva 5 fólk, ið hava hvør sítt kamar við baðirúmi, umframt atgongd til felags køk/stovu og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, gera reint, vaska klæðir og keypa inn.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli at stuðla undir og menna virkis- og førleikastøðið hjá viðkomandi. Endamálið er, at tann einstaki kann fáa eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív soleiðis, at viðkomandi kann taka virknan lut í samfelagnum.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í ymiskum fyritøkum og virknistilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi, og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.