Mylnutun_klaksvik.jpg

Sambýlið Mylnutún

Málbólkur: Vaksin við menningartarni

Pláss: 12

Slag av bústaði: Íbúð

Í sambýlinum er pláss til 12 fólk, ið hava hvør sína íbúð umframt atgongd til felags køk og stovu.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá hansara egnu fortreytum.

Endamálið er, at fólkini kunnu fáa møguleika at liva eitt so so virkið og sjálvstøðugt lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera á Serliga Skipaðum Miðnámi (SSM), til arbeiðis ella á virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. ítrótt, í frítíðarklubba, í kvøldskúla og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Sambýlið Mylnutún
Mylnutún 7
700 Klaksvík
Tlf: 297604 og 457676
Teldupostur: mylnutun@av.fo
Leiðari
Morid Mikkelsen
Morid Mikkelsen
Telefon 297676