Sambýlið Mýran
Málbólkur: Menningartarn
Pláss: 12
Slag av tænastu: Sambýli
Í sambýlinum eru 12 íbúðir, átta av teimum hava tekøk. Øll hava atgongd til felags køk, stovu og vaskirúm.
Í sambýlinum er møguleiki fyri at fáa hjálp, alt samdøgrið, til alt vanligt dagligt virksemi og møguliga røkt. Húsfólkini eru eftir førimuni við í tí húsliga arbeiðinum, sum er at gera mat, vaska klæðir og gera reint.
Í sambýlinum verður stórur dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim fyri húsfólk.
Støði verður tikið í tí einstaka, tá ið tað snýr seg um at styrkja, menna og viðlíkahalda førleikarnar hjá viðkomandi.
Gerandisdagar kunnu húsfólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, ella í dagtilhaldi. Í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Møguligt er at ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi.
