Sambýlið Niðaragøta
Málbólkur: Vaksin við seinheilaskaða
Pláss: 4
Slag av bústaði: Íbúð
Í sambýlinum Niðaragøta búgva 4 fólk, ið hava hvør sína íbúð umframt atgongd til felags køk, stovu og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli verður arbeitt við at varðveita og menna førleikar, so viðkomandi fær umstøður at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív, sum til ber.
Gerandisdagar hava fólkini møguleika at fara til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi og gera túrar av ymsum slag, bæði í Føroyum og uttanlands.
