Runarvegur3_Eysturoy.png

Sambýlið Rúnarvegur 3

Málbólkur: Vaksin við menningartarni

Pláss: 6

Slag av bústaði: Kømur

Í sambýlinum er pláss til 6 fólk, ið hava hvør sítt kamar umframt atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim og at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá hansara egnu fortreytum.

Endamálið er, at fólkini kunnu fáa møguleika at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Fólkini kunnu eftir førimuni vera við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera á Serliga Skipaðum Miðnámi (SSM), til arbeiðis ella á virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. ítrótt, í frítíðarklubba, í kvøldskúla og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Sambýlið Rúnarvegur 3
Rúnarvegur 3
620 Runavík
Tlf: 449424
Teldupostur: samrun@av.fo
Leiðari
Odda Højgaard
Odda Højgaard
Telefon 297600