
Sambýlið Rúnarvegur 6
Málbólkur: Vaksin við menningartarni
Pláss: 6
Slag av bústaði: Kømur
Í sambýlinum er pláss til 6 fólk, ið hava hvør sítt kamar umframt atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim og at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá hansara egnu fortreytum.
Endamálið er, at fólkini kunnu fáa møguleika at liva eitt so so virkið og sjálvstøðugt lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Fólkini kunnu eftir førimuni vera við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis ella á virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. ítrótt, í frítíðarklubba, í kvøldskúla og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.