Sambýlið Smærugøta
Málbólkur: Vaksin við menningartarni (møguliga eisini onnur)
Pláss: 5
Slag av bústaði: Íbúð
Í sambýlinum er pláss til fimm fólk, ið hava hvør sína íbúð, umframt atgongd til felags køk, stovu og vaskirúm.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á, at fólkini fáa møguleika at mennast, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan, koma við ynskjum og at samskifta hvør við annan. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at tey hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum, t.d. at tey eftir førimuni eru við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæði, gera reint og keypa inn.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis ella á virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi, t.d. ymiskan ítrótt, í frítíðarklubba, í kvøldskúla, á bingo og á møti.