Sambýlið Stoffalág 64
Málbólkur: Vaksin við menningartarni (møguliga eisini onnur).
Pláss: 4.
Slag av bústaði: Íbúð og kømur.
Í sambýlinum er ein íbúð og 3 kømur. Atgongd er til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Eitt rúm er til pedagogiska massasju.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á, at fólkini fáa møguleika at mennast, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan, koma við ynskjum og at samskifta hvør við annan. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at tey hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. ymiskan ítrótt, í frítíðarklubba og í kvøldskúla.