Sambýlið Sundsvegur
Málbólkur: Vaksin við seinheilaskaða
Slag av bústaði: Íbúð
Í sambýlinum Sundsvegi búgva fólk við seinheilaskaða. Tey hava hvør sína stovu og kamar, har svali hoyrir upp í ta minnu stovuna. Tey hava felags baði- og vaskirúm.
Dentur verður lagdur á at skapa eitt hugnaligt og trygt heim. Við tí einstaka í miðdepli verður arbeitt við at varðveita og menna førleikar, og við røkt og støðufesti stuðla undir, at viðkomandi fær umstøður at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív, sum til ber.
Sambýlið Sundsvegur
Sundsvegur 72
100 Tórshavn
Tlf: 297401
