Torfinsgøta 41 Web

Sambýlið Torfinsgøta

Málbólkur: Vaksin við menningartarni (møguliga eisini onnur).

Pláss: 6

Slag av bústaði: Íbúð og kømur.

Í sambýlinum eru tríggjar íbúðir og trý kømur v/wc, umframt atgongd til felags køk, stovu, vaskirúm og goymslu. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á, at fólkini fáa møguleika at mennast út frá egnum fortreytum og umstøðum, t.d. tá tað snýr seg um at siga sína hugsan, koma við ynskjum og at samskifta hvør við annan. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at tey hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til áhuga- og frítíðarvirksemi sum t.d. í frítíðarklubba, í kvøldskúla, á kafé, á møti ella í kirkju.

Sambýlið Torfinsgøta
Torfinsgøta 41
100 Tórshavn
Tlf: 297411
Teldupostur: torfinsgota@av.fo
Leiðari
Eiler Sørensen
Telefon 297520