
Sambýlið undir Gráasteini
Málbólkur: Vaksin við autismu og møguliga onnur
Pláss: 5
Slag av bústaði: Kømur
Í sambýlinum hava fólkini hvør sítt kamar umframt atgongd til felags køk, stovu og baðirúm.
Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint, keypa inn og røkja økið runt um sambýlið.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, sum fyriferst í nærumhvørvinum. Tey ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi, og ferðast viðhvørt ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.
Sambýlið undir Gráasteini
undir Gráasteini 4
100 Tórshavn
Tlf: 319270 og 297418